SuSvim stórt føroyskt met.

SuSvim FØ Met. 

Til kappingina HS Open 10-11 sept, setti SuSvim stórt føroyskt met í 4 x 50m blandað stafett, fyri mix lið. Nýggja metið hjá teimum er 1,55,28 har gamla metið, ið Ægir átti, var 2,00,47. So tað var ein stór betring hjá okkara svimjarum. Tey, ið svumu vóru, Bjarta í Lágabø rygg 32,33 sek , Róland Toftum bringu 29,25 sek , Alisa Vestergård firvald 29,50 sek og Bartal Debess frí 24,20 sek. Vónandi verður hetta bara eitt av mongum góðum úrslitum framyvir. 

Hjartaliga tillukku SuSvim. 

Takkarskriv frá SuSvim

SuSvim liðið á Føroyaleikunum 2022

SuSvim vil veita eina tøkk til øll, ið vóru við til at stuðla lutaseðlasøluni hjá okkum. Vit vórðu væl móttikin í allari oynni, og er tað ein sonn gleði at uppliva, hvussu væl fólk taka ímóti okkum. Ein tøkk fer eisini til tær fyritøkur og onnur, ið altíð eru við at stuðla.

Sp/F Elian Hansen

Curt Nolsøe

Hitapumpur.fo

Jákup Norðberg

Teknistovan 3D v/Olgar Skorastein

Gullok Svalbard

Susvim vann á Argjum

Leygardagin 30.apríl skipaði Havnar Svimjifelag fyri svimjistevnu í svimjihylinum á Argjum, tað vóru umleið 130 svimjarar, ið luttóku á stevnuni.

Stevnan var skipað soleiðis, at fyrst svomu børn í bólki 1 og 2. 

Bólkur 1 eru gentur, ið fylla 7 ár í kalendaraárinum og yngri, og
dreingir, ið fylla 8 ár í kalendaraárinum og yngri

Bólkur 2 eru gentur, ið fylla 8 ella 9 ár í kalendaraárinum, og
dreingir, ið fylla 9 ella 10 ár í kalendaraárinum.

Seinnapartin vóru tað bólkur 3 og 4, ið kappaðust.

Bólkur 3 eru gentur, ið fylla 10 ella 11 ár í kalendaraárinum, og dreingir,
ið fylla 11 ella 12 ár í kalendaraárinum

Bólkur 4 eru gentur, ið fylla 12 ella 13 ár í kalendaraárinum, og dreingir, ið fylla 13 ella 14 ár í kalendaraárinum.

Samlaða úrslitið varð, at Susvim vann svimjistevnuna við ikki færri enn 20 gull heiðursmerkjum, 21 silvursheiðurmerkjum og 18 bronsuheiðursmerkjum.

SusvimHSFSFlotÆgir
Gull2018806
Silvur2116409
Bronsa1822305

Susvim hevði  nógvar svimjarar við, og vóru tey øll sera røsk. 

Her er eitt yvirlit yvir tey, ið vunnu heiðursmerkir:

GullSilvurBronsa
Bárður Rógvason1
Dávur Eið321
Terji Kjærbo131
Sævar Strøm22
Jonhard Winther12
Elias í Lágabø51
Julia Amona Ludvig5
Ró Ryggshamar Simonsen1
Mia Winther12
William Holm Kilgour1
Tóta Sofía Gudmundsen1
Jórun Winther32
Sissal Rógvadóttir111
Emma Debes13
Diana Bech1
Áron Jónsson11
Bjarta í Lágabø5
Amalia Bech Hjelm12
Viktoria L. Johannesen1

Øll úrlitini kunnu síggjast her: 

https://ssf.fo/wp-content/uploads/2022/05/HS-stevna-April-2022-urslit.html

Stuðulsavtala millum SuSvim og Varðan Pelagic 

SuSvim og Varðin Pelagic hava longt stuðulsavtaluna fyri komandi kappingarárini. 

Varðin Pelagic hevur verið ein hollur stuðul hjá SuSvim í fleiri ár, og eru vit í SuSvim sera takksom fyri tað. 

At ein stór lokal fyritøka letur sín stuðul til ítróttin , er av alstórum týdningi fyri alla oynna. Tað hjálpir okkum at náa okkara málum í framtíðini.    

Suðuroyar Sparikassi er eisini høvuðsstuðul hjá SuSvim næstu 3 árini.

SuSvim og Suðuroyar Sparikassi hava gjørt nýggjan stuðulssáttmála, ið er galdandi fyri tey næstu 3 árini. Suðuroyar Sparikassi hevur verið høvuðsstuðul hjá SuSvim seinastu nógvu árini, og eru okur í SuSvim sera takksom fyri tann vælvilja, ið Sparikassin hevur veitt felagnum. Tað er av stórum týdningi, at okur kunnu hava ein lokalan sparikassa, at verða høvuðsstuðul hjá einum felags ítróttarfelag í oynni. Okur í SuSvim gleða okum til framhaldandi gott samstarv.